Alex Johannesen vunnið gull og sett nýtt oyggjaleikamet í ABT, við 140 raktum dúgvum út av 150 møguligum úti á skjótibreytini á oyggjaleikunum í Gibraltar.
ABT er stytting fyri Automatic Ball Trap.
Thomas Burns av Jersey rakti 138 dúgvir, og fekk silvur. Juan Manuel Bosch úr Minorka rakti 137 dúgvir, og fekk bronsu.
Esmar Joensen, formaður í skjótisambandinum skrivar á facebook, at talan er um eina stórhending fyri føroysku skjótiítróttina.
- trý gullheiðursmerki til føroysku skjúttarnar er nakað ið vit droymdu um, áðrenn vit fóru úr Føroyum til oyggjaleikirnar, skrivar Esmar Joensen.
##med2##
##ms##