Alex Mellemgaard var ein av málskjúttunum, tá B36 sunnudagin vann 2-1 á HB í fjórða umfari í Betri deildini hjá monnum. Hann fór eftir dystin á skaðastovuna, har hann fekk fimm pentur í fótin.
- Eg føldi einki meðan eg spældi, men sárið er so djúpt at læknin føldi bein. Vónandi fái eg spælt um eina viku, men eg spæli ikki mikudagin, sigur Alex Mellemgaard.
##med2##
Hann skoraði fyrsta málið í grannauppgerðini móti HB, sum var í gjár. B36 vann 2-1 og hevur fult stigatal eftir fýra dystir. Mikudagin verður 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið. B36 fær á heimavølli vitjan av 07 Vestur, men tað verður uttan Alex Mellemgaard.












