Alex Buvik 70 ár

Leygardagin 24. november verður ein í Føroyum kendur norskur oljumaður 70 ár. Tað er Alex Buvik, sum mong munnu kenna frá tí føroyska oljuumhvørvinum.
Alex kom eins og fleiri aðrir útlendskir oljuserfrøðingar til Føroya miðskeiðis í 90-unum fyri at geva eina hjálpandi hond í sambandi við oljutilgongdina. Hann var í Føroyum í nærum 10 ár.
Tá fyrstu stóru og krevjandi fyrireikingarnar vórðu gjørdar til eina føroyska oljuvinnu og her ikki minst leitiboring á landgrunninum, vórðu boð eftir Alex. Við síni stóru vitan og drúgvu royndum frá altjóða oljuverðini skuldi Alex leggja nýggja og unga ættarliðnum av føroyskum oljufólki lag á.
Alex hevði tá arbeitt hjá norskum oljumyndugleikum og hjá einum amerikonkum oljufelag í Norra í 17 ár og hevði haðani fingið drúgvar royndir og vitan frá sínum arbeiði á norska landgrunninum, serstakliga innan økini heilsa, umhvørvi og trygd. Júst somu øki, sum hann kom at arbeiða við í Føroyum.
Hann varð settur í sáttmálabundið starv hjá Oljufyrisitingini í 1996. Har var hansara uppgáva at vera við í tí partinum av tilrættaleggingini av oljuleitingini, sum hevði við heilsu, umhvørvi og trygd at gera. Ein kann siga, at hansara týðandi lutur í oljutilgongdini var at gera eitt føroyskt HMS (helse, miljø og sikkerhed) lógar- og regulverk fyri komandi virksemið á landgrunninum. Her hevði hann eisini ábyrgdina av undangóðkenning av teimum oljufeløgunum, sum skuldu virka á landgrunninum. Eisini hevði hann ábyrgdina av at góðkenna byrjan av boring. Alex var eisini við til at seta á stovn eitt eftirlit í sambandi við at góðkenna boripallar. Tað fevndi um allar viðkomandi myndugleikar. Fyrstu leitiloyvini vórðu latin í 2000. Alex helt fram í sínum arbeiði á Oljufyrisitingini fram til 2004, tá leiðin gekk heimaftur til Noregs.
 
Tey, sum komu at kenna Alex hesi árini, hava bara gott at bera honum. Tað varð eisini skjótt, at hann gjørdist trúgvur Føroyavinur. Honum dámdi fólkið og náttúruna og framvegis vitjar hann í Føroyum. Tað er sum at koma ”heim” plagar fryntligi og lívsjáttandi norðmaðurin at taka til, tá hann vitjar klettarnar úti í Norðuratlantshavi.
Í dag nýtur hann pensionistatilveruna í Stavanger uttan stress, samstundis sum hann eins og allir føroyingar fylgir við og spentur bíðar eftir úrslitinum av Brugdan 2 boringini.
Vit eru mong í Føroyum, sum hava henda norska ”gubban” í tonkunum á føðingardegnum. Hevur tú hitt hann bara tí einu ferðina, so gloymir tú ongantíð henda sera dámliga og smílandi skeggvaksna norðmannin við tí so sermerktu røddini.
Ynskir onkur at heilsa uppá Alex á føðingardegnum, so ber tað eisini til.
Alex Buvik
Øvre Tastasjøen 3
4029 Stavanger
Norge
 
Mobil  +47 93097818
 -------
 
Vinir