Áleggur pápum at fara í barnsburðarfarloyvi

Nú skulu munandi ábøtur gerast á barsilsskipanina.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hann sigur, at ætlanin verður løgd fyri landsstýrið í næstu framtíð og so verður tað lagt fyri Løgtingið.

 

Í hesum sambandi verið barnsburðarfarloyvið longt 30 dagar.

 

Foreldrini fáa harafturat rúmari ræsur at býta barnsburðartíðina ímillum sín.

 

Samstundis fáa lesandi við børnum eisini betri sømdir og harafturat skal útgjaldið úr barsilsskipanini verða eftirlønargevandi.

 

Harafturat skulu eisini foreldur, ið eiga børn, sum eru fødd og tíðliga, hava betri umstøður í barsilsskipanini og foreldur, sum fáa tvíburðar, skulu eisini fáa longri barnsburðarfarloyvi.

 

Johan Dahl sigur, at eitt endamál við broytingunum í barsilsskipanini er at bøta um javnstøðuna ímillum mammuna og pápan.

 

Tað merkir, at ein mánaður av farloyvinum er markaður beinleiðis til pápan.

 

- Tað merkir, at pápin fær eina kvotu á 30 dagar, sum hann skal fara í barsilsfarloyvi.

 

- Men tekur pápin ikki av, fella hesir 30 dagarnir av barnsburðarfarloyvini burtur.

 

Tað eru ikki øll, sum eru so heilhugað fyri at tvinga pápan í barnsburðarfarloyvi og í hesum sambandi helt Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, at hetta er at lóggeva nakað langt inn í tey heimið hjá fólki.