Aldursmarkið at keypa rúsdrekka skal varðveitast

Heilsumálaráiðið mælir í nýggjum áliti til at varðveita 18 ára aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, legði í gjár fram rúsdrekka- og rúsevnispolitikk Føroya.

Í álitinum verður spurningurin um aldursmark fyri at keypa rúsdrekka viðgjørdur. Niðurstøðan er, at 18 ára aldursmarkið, sum er galdandi, eigur at verða varðveitt:

- Aldursmark er eitt týðandi amboð í rúsdrekkapolitikkinum, tí hetta verður roknað sum eitt virkið fyribyrgjandi tiltak. Aldursmarkið er ásett fyri at fyribyrgja, at børn og ung fáa fatur á rúsdrekka. At aldursmarkið er sett til 18 ár, kemst av, at hetta er myndugleikaaldur.

- Sera nógv lond hava ásetingar um aldursmørk og um at skeinkja rúsdrekka til ung. Hetta kemst av, at ung eru meira viðkvom yvirfyri rúsdrekka enn vaksin. Fleiri kanningar vísa, at byrja persónar at drekka á ungum árum, er størri vandi fyri at fáa eina stóra nýtslu av rúsdrekka sum vaksin.

- Mælt verður til, at aldurmarkið at keypa rúsdrekka framhaldandi verður 18 ár, sum er myndugleikaaldur, verður sagt í álitinum.