Klokkan var farin av tíggju, tá aldursforsetin á Føroya Løgting, Poul Michelsen, setti nývalda tingið.
Fyrsta málið á skránni var at valbrøvini skuldu eftirkannast. Tingformaðurin heitti á fimm tingfólk um eftirkanna valbrøvini hjá nýggja tinginum.
Meðan hetta verður gjørt, so verður tingfundurin niðurlagdur.
Eitt annað mál á dagsins skrá, er tá løgtingið skal velja nýggja løgmann. Tað verður væntandi Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Sum in.fo skilur, so fer nýggi løgmaður alt fyri eitt at útnevna landsstýrisfólkini og harvið taka teirra varafólk longu sæti á tingi í dag.