Aldur frá ísfjalli knústu fleiri jollur

Í Naajaat búgva umleið 53 fólk, og við missinum av jollum og útgerð hava fleiri familjur eisini mist sítt lívsgrundarlag.

 

 

Tíbetur hendi eingin fólkaskaði, tá stórar aldur frá einum koppaðum ísfjalli seint í gjárkvøldið raktu grønlendsku bygdina, Naajaat, sum liggur einar 40 kilometrar í ein landnyrðing úr Upernavík.

Sermitsiaq.ag veit frá vaktleiðaranum í Nuuk, Søren Bendtsen, at siga, at einar 6-7 jollur fóru í knús, tá aldurnar raktu. Eingir aðrir materiellir skaðar vóru í bygdini, og tað fegnast vaktleiðarin um.

Landstingslimurin, Jens Napaattooq, mælir á sínari Facebook-síðu til, at landstingið og kommunan seta í verk ein bráðfeingis hjálparpakka, sum kann hjálpa útróðrar-og veiðimonnum í bygdini, sum nú eru so hart raktir.

- Tað eru bert tvær jollur í bygdini, sum eru bjargaðar undan skaðahendingini, og hetta er ein vanlukkulig støða fyri bygdina. Tí vil eg heita á myndugleikarnr um at hjálpa.

Jens Napaattooq vísir eisini á, at í Naajaat búgva umleið 53 fólk, og við missinum av bátum og útgerð hava fleiri familjur eisini mist sítt lívsgrundarlag.