Albert nýggjur reiðari á Magnusi Heinasyni

- Fiskirannsóknarstovan er avgjørt ein spennandi stovnur, sum hevur fingist við havgransking gjøgnum mong ár. Her er nógv bygt upp, og her er nógv at føra víðari Albert Ellefsen, sum í mong ár hevur starvast innan fiskasølu, fiskavirking og fíggjarviðurskifti, varð 1. juni settur í starv hjá Fiskirannsóknarstovuni, har hann eitt nú kemur at taka sær av tí umsitingarliga partinum av Magnusi Heinasyni.

Jóannes á Váli hevði hetta starv frammanundan Alberti.

- Mín høvuðsuppgáva verður fíggjar-og starvsfólkaviðurskifti á stovninum sum heild, herundir eisini tí umsitingarliga partinum av Magnusi Heinasyni.

Albert sigur, at hansara uppgáva kemur ikki at snúgva seg um tey dagligu viðurskiftini umborð á skipinum, men meira tey yvirornaðu.

- Fiskirannsóknarstovan er avgjørt ein spennandi stovnur, sum hevur fingist við havgransking gjøgnum mong ár. Her er nógv bygt upp, og her er nógv at føra víðari. Nógv vitan liggur aftanfyri tað granskingararbeiði, sum stovnurin hevur gjørt, og tað er ógvuliga umráðandi, at hetta arbeiði ikki fer fyri bakka, men sleppur at mennast uppaftur meira, sigur hann.

Fyri 30 árum síðan byrjaði Albert at hjálpa pápa sínum, sum hevði bókhald. Í 1981 fór hann í starv á Føroya Fiskasølu, har hann serliga fekst við logstik, avskipingar og bókhald. Her var hann í eini seks ár. Í 14 ár starvaðist hann á fiskavirkinum í Miðvági, tey fyrstu átta árini á skrivstovuni og seinastu seks árini sum virkisleiðari.

Seinastu árini hevur hann verið í starvi sum stjóri í Faroe Finance, sum var eitt fíggingarfelag hjá Faroe Seafood, og seinastu mánaðirnar hevur hann verið fíggjarleiðari hjá Faroe Seafood í Havn.