Albert Ellefsen skal venja fuglfirðingar

Dan Petersen, formaður hjá ÍF, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til uppsagnina av David Jones. Hann staðfestir, at partarnir eru samdir um at fara hvør til sítt, og tíðindaskriv verður sent út, har greitt verður nærri frá uppsøgnini.

Albert Ellefsen, sum í fjør bæði var hjálparavenjari og høvuðsvenjari hjá HB, setur seg í venjarasessin í ÍF, og skal royna at vinna felagið burtur frá niðurflyting.