Klaksvíkingar eru svangir, nú teir fyrireika seg seinnapartin at fara til Fuglafirðar. Úrtøkan burturúr fýra teimum seinastu umførunum er samantald tvey stig, og KÍ hevur ikki vunnið síðani 22. juni, tá ið úrslitið á heimavølli var 3-1 ímóti EB/Streymi. Fyri viku síðani var tað vónbrot ikki at megna meiri enn málleysan javnleik ímóti botnliðnum B68, sum vann fyrsta stigið á útivølli í ár.
-Vit vóru óhepnir ímóti B68, og eg eri ikki nøgdur við úrslitið, hóast vit vunnu okkum til møguleikarnar, sum skuldu til. Hetta er frustrerandi, men vit hava tað serliga torført ímóti teimum longri niðri á talvuni, meðan tað hevur gingið betri ímóti teimum longri uppi, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein, og tølini ímóti ÍF eru við honum. KÍ vann í fyrsta umfari 3-1 í Fuglafirði og mitt í summar var úrslitið í Klaksvík 4-0.
Meðan Eyðun Klakstein nú hevur allar sínar menn tøkar, uttan Gunnar Christiansen, sum sá reytt í 1. deild í gjár, so stendur verri til hjá Alberti Ellefsen og ÍF. Bartal Eliasen er tøkur aftur eftir leikbann, men nógvu broytingarnar bera við sær, at Albert Ellefsen mest sum er noyddur at skipa liðið av nýggjum: Karl Løkin er burtur, Høgni Zachariassen verður ikki førur fyri at spæla aftur nógvu tær næstu vikurnar, Jan Ó. Ellingsgaard er skaddur, Ari Ó. Ellingsgaard er leikbannaður, ivasamt er hvussu tað verður við Poul Nolsøe Mikkelsen, og Nenad Saric er burturstaddur.
Málverjin Jákup Mikkelsen ásannar, at tað ikki gekk væl á Argjum, har AB sunnudagin vann 2-0:
-Eftir at alt gekk galið í 1. hálvleiki settu vit okkum fyri ikki at tapa 2. hálvleik, og tað eydnaðist. Hugburðurin var góður, og hann taka vit við okkum ímóti KÍ, sum vit kappast við. Hetta verður trupult, men vit trúgva upp á tað, sigur veteranurin í ÍF málinum, sum hósdagin fylti 44 ár.