Alba skal verða Bond-babe

Yahoo hevur gjørt eina kanning av, hvør fólk halda skal vera tann næsta dullan hjá James Bond á hvíta tjaldinum. Bond-fjepparar hava fingið møguleikan at atkvøða, og Jessica Alba var ein tryggur vinnari. Hon fekk fjórðu hvørj atkvøðu, og næst á listanum var Scarlett Johansson, sum fekk 11 prosent av atkvøðunum. Heilti trý prosent vildu síggja Paris Hilton í hesum leikluti.

Atkvøtt var eisini um, hvør skal verða næsta skurkurin, og her vann Ray Winstone frammanfyri Colin Farrell og Brad Pitt.