Stjórin í Atlantflogi beyð ymisku tíðindafólkunum, sum vóru møtt til samkomuna við tollfríu søluni, við at síggja sølubúðina við fráferð.
Eftir at øll vóru komin ígjøgnum eina trygdarkanning – á sama hátt sum til vanliga fráferð, har onkur enntá mátti kropskannast – gjørdu starvsfólk hjá Atlantsflogi eina roynd at lata sølubúðina upp. Í tí grindin fór uppeftir fór ein alarmur í gongd, og hesin var ikki tespiligur at hoyra. Tá ein løta var gingin, var onkur, ið fann út av at sløkkja alarmin, og fegin var Magni Arge at vísa hesa seinnu sølubúðina fram, í friði og náðum.
Luftigari búð
Einasti veruligi munurin millum sølubúðina við fráferð og komu er, at búðin við fráferð hevur tveir veggir heldur enn fýra. Hetta hevur við sær, at búðin sýnis hópin størri, hóast útboði av vørum og prísstøði er tað sama sum í hinari sølubúðini.










