Útrykningur til smoltstøðina Norðuri á Strond

Fyri løtu síðan varð útrykningur til stóru smoltstðina hjá Bakkafrosti Norðuri á Strond.

Vaktleiðarin sigur, at tað er ikki óvanligt, at alarmar fara í gongd, og í slíkum føri er altíð neyðugt at senda sløkkilið og løgreglu á staðið.

 

- Tíbetur kemur tað oftani fyri, at einki er á vási - ella, at onkur feilur er í skipanini, men tað er betur at koyra einaferð ov nógv út enn einaferð ov lítið.

 

Tá vit høvdu vaktleiðaran í telefonini fyri lítlari løtu síðan, visti viðkomandi ikki, um talan var um falskan alarm ella ei, men In.fo fer at venda aftur til málið.

 

- Nei, vit vita einki við vissu enn. Nú verður kannað, hví alarmurin fór í gongd, men vónandi er alt, sum tað skal, sigur vaktleiðarin.