Nú tað er staðfest, at sløkkiliðið ikki hevur ábyrgd av at kava eftir fólki, sum eru farin á sjógv, er viðkomandi at spyrja, hvørjum alarmsentralurin boðar frá, tá ið boð til dømis koma um ein bil við fólki í, sum er farin á sjógv.
Á politistøðini í Havn verður upplýst, at ringt verður beinan vegin til brandstøðina, tí teir hava útgerð og froskmenn. Hetta merkir altso, at hóast sløkkiliðið ikki hevur skyldu til at kava eftir fólki, so er tað teir, ið verða boðsendir, um til dømis ein bilur fer á sjógv.