Alarm 112 ? Eldsbrunafráboðan ? Bý og Bygdaráð etc.

Kári Kjelnæs, sløkkiliðsleiðari

Sum kunnugt, so hava tað seinastu tíðina verið fleiri eldsbrunar, og tíverri eisini við so syrgiligum enda, at fólk hava latið lív.
Ongin yvi er um, at vit í Føroyum eru sloppin ótrúliga væl hvat eldsbrunum viðvíkur, og tær óhugnaligu og syrgiligu avleiðingar sum harav standast, tá hugsað verður í mun til mong onnur lond.
Men vituligt er, at tá slíkt hendir, so kemur spurningurin altíð fram, um tað kundi verið øðrvísi og um tað kundi veri betur byrgt uppfyri ? og her er svarið eitt greitt JA.
Ì Klaksvík og í Havn, er fráboðanarskipanin sera effektiv ? tí hesi pláss hava sum tey einastu í landinum, "radioútkallingarskipan" sum er ein sera effektiv og vælvirkandi skipan.
Klaksvíkar Sløkkilið hevur eina manning, sum telur 16 menn, sum allir samlir, dag sum nátt hava ein lítlan radiomóttakara hjá sær, sum einans vigar 140 gramm.
Skipanin virkar soleiðis!
At tá boðini eru komin til Alarmcentralin 112 ? verður trýst á ein knøtt, og boðini vera í somu løtu latin øllum sløkkiliðsmonnunum í Klaksvík. Sløkkiliðsleiðarin í Klaksvík váttar til 112 við sínum móttakara/sendara, at boðini eru móttikin og at hjálpin er á veg. Alt hetta hendir innanfyri nøkur fá sekund, og skjótari kann tað als ikki gerast.
Sum sagt, so er hetta bert galdandi fyri Klaksvík og Tórshavn, - men eigur sum skjótast ar galda fyri alt landið. Fyri okkara viðkomandi kann eg bert siga, at 112 riggar 100%.
Hvussu á øðrum plássum ?
Tær sløkkiliðsstøðir, sum eg havi vitjað í landinum og aðrar sum eg havi kennskap til, hava allar, eins og vit ? gott og raskt fólk og eru eisini hampiliga væl útgjørdar við sløkkiamboðum/klippiamboðum etc etc. Ìmeðan tað týdningarmesta totalt svíkur ? nevniliga
"Tilkallingarskipanin". At menn ikki eru inni ? at fartelefonin er í ólagi ? upptikin - avbrotin ? ella liggur onkustaðni og løðir ? kann 112 ikki lastast fyri. Tí besta loysnin er og verður "Radiopippari" sum ongantíð er upptikin ? men altíð er opin.
Hvat kann so gerast ?
Tað er sambært lóg, ein kommunal skylda, at halda eitt sløkkilið og sostatt eftir míni meining ein kommunal uppgáva, at sløkkiliðsfólkið hevur tað mest framkomnu tøknina, soleiðis at teir skjótt og væl, kunnu fáa neyðsynjarboðini,- tað veri seg eldsbruni ? ferðsluvanlukka ella annað. Og einans við slíkari framkomnari útgerð virkar eitt hjálparlið OPTIMALT.
Hugsið tykkum til, um td sjúkrahúsverkið ikki hevði slíka skipan ídag, ja so hevði mangan veri verri vorðið ? verið vísir í tí.
Ein og hvør Bý og Bygdaráðslimur ? eigur at hava slíka umsorgan fyri sínum borgarum, at slík tól vera útvegaði teim lokalu sløkkiliðunum beinanvegin.
Alt óv dýrt ?
Oftani havi eg hoyrt sum umbering, at slík radioútkallingarskipan er so kostnaðarmikil, - men tá tað kemur til bjarging av einum heimið ? stórum ognum ? fyri ikki at tala um mannalív ? hvør torir tá at tala um kostnað, slíkt tos er fullkomiliga ábyrgdarleyst.
Hvat kostar so skipanin ?
Ja, tað velst sjálvandi um hvussu nógvir menn eru knýttir at "sløkkiliðnum" ? "hjálparveitingini".
Men meira enn hvat ein persónbilur kostar ídag, er neyvan talan um, eitt tól sum annars ídag er ogn hjá nærum øllum 18 ára gomlum ? Skuldi ein Føroysk Kommuna ár 2003, ikki havt ráð til eina slíka íløgu? løgið um so er.
Góðar 200,000 Kr hjá einari kommunu ? lætnar soleiðis, at neyðhjálpin á staðnum virkar væl, er ein sera skilagóð íløga. Tí við hesari upphædd fær Bý/bygdaráðið og borgarin, vissu fyri, at boðini um neyðhjálp, koma fram skjótt og væl, soleiðis at hjálpin kann sendast á staðið.
Ein og hvør kommunalpolitikkari við virðing fyri sær sjálvum og sínum medborgarum, eigur beinanvegin at virka fyri, at ein slík skipan verður sett í verk í hansara kommunu.