Alarar ótolnast eftir loyvinum at koppseta

Nógv eftirspurda koppingarevnið móti ILA-sjúkuni er komið til Føroyar og er klárt at taka í nýtslu. Men enn liggur tað á goymslu, tí bíðað verður eftir einari kunngerð um loyvi at koppseta.

Smoltalarar vita ikki síni lívandi ráð, tí júst hetta koppingarevnið skuldi vónandi loysa trupulleikan við herviligu ILA-sjúkuni.
Men teir sleppa ikki at brúka hetta koppingarevnið, tí enn finst eingin kunngerð frá landsstýrinum sum gevur teimum loyvi at brúka hetta evnið.
Trupulleikin er tann, at smoltið jú veksur alla tíðina og gerst sjóbúgvið. Hetta er tí ein sera óheppin støða fyri smoltalarar, og sum dagarnir ganga gerst støðan bara verri og verri.
- Jú, hetta er ein sera álvarsom støða fyri okkum. Hendir ikki okkurt rættiliga skjótt, so koma vit at hava eitt fíggjarligt tap av hesum, sigur Atli Gregersen, alari úr Gøtu.
Vinnumálaráðið hevur ábyrgdina av, at ein kunngerð verður gjørd og sett í gildi. Men henda er ikki komin enn, hóast Bjarni Djurholm í seinastu viku segði, at hon skuldi vera liðug hesa vikuna.
Undan evstamarki okkara í gjár fingu vit tíverri hvørki fatur á Bjarna Djurholm ella øðrum fólki í Vinnumálaráðnum, sum kundu siga okkum, nær kunngerðin varð liðug.

Kann taka tíð
Atli Gregersen sigur, at hann og hinir alararnir vóru sera fegnir, tá koppingarevnið umsíðir kom til landið fyri 3-4 vikum síðani.
Teir hava síðani tá bara bíðað eftir, at ein kunngerð um loyvi at brúka hetta evnið skuldi koma, men hon er so ikki komin enn.
Alt er kortini ikki leyst og liðugt, tá sjálv kunngerðin kemur. Tí sum skilst, skulu alararnir senda inn eina umsókn um loyvi at koppseta fyrst. Og tað kann eisini taka tíð at fáa eina slíka avgreidda hjá myndugleikunum.
- Tað er ikki soleiðis, at fáa vit t.d. kunngerðina týsdagin so kunnu vit longu byrja at koppseta mikudagin.
-Og tí er tað sera óheppið, at vit ikki sleppa í gongd sum skjótast. Tí vit hava veruliga skund við at fáa hetta gjørt, sigur Atli Gregersen.

Tvørt fyri
Koppsetingin hevur serligan skund, tí at tað koppsetta smoltið má hava eina ávísa tíð við evninum í sær, áðrenn tað kann sleppast út.
Henda prosessin kann taka einar tveir mánaðir, og tá er ein longu komin út í hálvan mai mánað. Tá skal smoltið helst verða sett út, áðrenn summarhitin kemur í áirnar.
Verður tað so, at verkfall somuleiðis verður í mai mánað, so kann støðan gerast sera trupul ? fyri ikki at siga katastrofal ? hjá mongum alarum. Og tá kann ein næstan byrja at tosa um at várútsetingin øll er farin fyri skeyti.
- Tað er sera harmiligt, at vit sum hava stríðst fyri at bjarga alivinnuni, nú skulu bíða eftir eini einstakari kunngerð. Hetta kemur ótrúliga tvørt fyri, sigur Atli Gregersen.
Hann hevur tó longu sent inn eina umsókn um loyvi at koppseta, og ætlar sær tí beinanvegin í gongd, so skjótt kunngerðin og loyvið eru klár.