Al Qaida við kvinnublaði

Yvirgangsfelagsskapurin Al Qaida hevur nú gjørt eitt nýtt lívsstílsmagasin til kvinnur. AlShaamikha eitur blaðið, sum er at finna á internetinum. Blaðið greiðir frá, hvussu kvinnur kunnu verða við í stríðnum hjá Al Qaida.
– Rákið er, at samskifti verður meira málrættað, og Al Qaida er eisini farið frá at hava ein boðskap til øll til at venda sær til ym­iskar miðlar og ymiskar mál­bólkar, sigur Søren Hove, sum er granskari á Dansk Institut for Internationale Studier. Tað sigur hann við alive.dk.
Áður hava kvinnur einki havt at siga ella gera í Al Qaida, men nú hevur felags­skapurin gjørt nýggja strategi, har eisini kvinnur skulu verða við.