Á 14 ára degnum fyri yvirgangsatsóknirnar í USA 11. septembur 2001, boðar leiðarin í al-Qaida, Ayman al-Zawahiri, at yvirgangsfelagsskapurin nú fer í kríggj móti IS.
Ayman al-Zawahiri, egyptiski læknin, sum tók yvir sum leiðari í al-Qaida eftir at Osama bin Laden varð dripin í 2011, ákærir nú leiðaran í IS, Abu Bakr al-Baghdadi fyri at eggja til uppreistur.
Hetta er fyrstu ferð, at Ayman al-Zawahiri og al-Qaida fordøma Abu Bakr al-Baghdadi og IS alment. Serfrøðingar meina, at hetta er eitt tekin um, hvussu stór fjarstøðan nú er vorðin millum yvirgangsfelagskapirnar báðar. Væntandi fer USA at royna at gagnnýta støðuna.
IS var upprunaliga ein partur av yvirgangsnetverkinum hjá al-Qaida, men fyri tveimum árum kvettu partarnir alt samband sínámillum. Al-Qaida ákærdi tá IS fyri at vera ov harðrendar í síni valdsnýtslu.
Ayman al-Zawahiri ákærir millum annað leiðarin fyri IS at skúgva muslimarnar sum líða í Gazageiranum og í Pakistan til viks. Hann vil heldur ikki viðurkenni Abu Bakr al-Baghdadi sum kalif, átrúnaðarligan leiðara, í muslimsku trúnni.