Aksel vinnur stórt

Nýggj veljarakanning gevur Javnaðarflokkinum stóra framgongd. Samgonguflokkarnir missa meirilutan, og andstøðuflokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn kunnu einsamallir skipa samgongu

Nýggj veljarakanning gevur Javnaðarflokkinum stóra framgongd. Samgonguflokkarnir missa meirilutan, og andstøðuflokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn kunnu einsamallir skipa samgongu.

 

Tað er Fynd, sum hevur gjørt kannigina fyri Sosialin. 554 fólk eru spurt, og kanningin er gjørd týskvøldið og mikukvøldið í hesi vikuni.

 

Kanningin vísir, at tingmannatalið hjá øllum flokkum – uttan Miðflokkinum, broytist. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ganga fram, meðan allir hinir flokkarnir ganga aftur.

 

Øll kanningin stendur í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og sum fæst um alt landið í morgin. Blaðið kann eisini keypast á netinum á sos.fo