Aksel verður trettandi løgmaðurin

Tá Aksel V. Johannesen í morgin verður valdur til løgmann, verður hann tann 13. løgmaðurin í Føroyum síðani heimastýrislógina.

Tá Aksel V. Johannesen í morgin verður valdur til løgmann, verður hann tann 13. løgmaðurin í Føroyum síðani heimastýrislógina.

 

Løgmansembætið sum landsstýrisformaður kom við heimastýrislógini í 1948. Andras Samuelsen úr Sambandsflokkinum var fyrsti løgmaður. Sambandsflokkurin hevur havt fimm løgmenn tilsamans:

 

• Andras Samuelsen 1948-50

• Kristian Djurhuus 1950-59 og 1968-70

• Pauli Ellefsen 1981-85

• Edmund Joensen 1994-98

• Kaj Leo Holm Johannesen 2008-2015

 

Aksel V. Johannesen verður fimti løgmaður Javnaðarfloksins.

 

• Petur Mohr Dam 1959-63 og 1967-68

• Atli P. Dam 1970-81 og 1985-89 og 1991-93

• Marita Petersen 1993-94

• Jóannes Eidesgaard 2004-2008

• Aksel V. Johannesen 2015-

 

Fólkaflokkurin hevur tríggjar ferðir havt løgmann:

 

• Hákun Djurhuus 1963-67

• Jógvan Sundstein 1989-91

• Anfinn Kallsberg 1998-2004

 

Tjóðveldi er einasti av størru flokkunum, sum enn ongantíð hevur havt løgmann.