Fyrstu 366 kilometrarnir eru lagdir aftur um hjá Akseli Haraldsen og hinum súkklarunum í Team Rynkeby, sum eru á veg til Paris.
62 súkklarar eru í hópinum, sum Aksel Haraldsen súkklar við. Hetta liðið byrjaði í Ringe á Fyn.
Í hópinum er millum annað Manu Sareen, kirkjumálaráðharri, og Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum.
Tá Aksel Haraldsen prátaði við Manu Sareen, greiddi danski ráðharrin frá, at hann eftir ætlan kemur til Føroya á arbeiðsvitjan til várs. Og tá ætlar súkkluglaði ráðharrin eisini at taka sær stundir at súkkla saman við føroyskum súkklarum, sigur Aksel Haraldsen frá Manu Sareen.
Fyrsta strekkið varð súkklað leygardagin, og var talan um 172 kilometrar til Rendsburg í Týsklandi. Í gjár var súkklað 194 kilometrar suður til Farge.
Frá Akseli frætta vit, at ferðin gongur sum ætlað, og eisini er veðrið til vildar.
Í dag verður súkklað úr Farge til Boekelo. Ein teinur á 196 kilometrar.
Miðlahúsið hevur javnan samband við Aksel Haraldsen, og vit fylgja ferðini til Paris her á in.fo.
Á myndini er Aksel Haraldsen saman við Manu Sareen.