Aksel og Høgni trúgva upp á tað

Spurningurin um ríkisfelagsskapin verður stóri knúturin at loysa í eini samgongu ímillum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin

Tað eru nógv mál, vit kunnu semjast um at fremja.

 

Bæði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum eru sannførdur um, at ein samgonga ímillum teir báðar flokkarnar liggur beint til høgrabeinið eftir valúrslitið í gjár.

 

Tilsamans hava teir báðir flokkarnir 15 tingfólk og so er spurningurin um tað verður annar, ella báðir andstøðuflokkarnir, sum verða við afturat.

 

Teir báðir floksformenninir eru nevniliga samdir um, at veljarin hevur víst, at hann vil hava stjørnarskifti, og eina nýggja kós í føroyskum politikki – og at nú skal tað vera andstøðuflokkarnir, sum skulu skipa stjórn.

 

Og tað fara teir at leggja lunnar undir á fundi ímillum andstøðuflokkarnir í kvøld.

 

Bæði Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen ivast ikki í, at flokkarnir í andstøðu kunnu semjast um at loysa fleiri av teimum stórmálum, sum hava ligið óloyst undir hesi samgonguni, eitt nú máliða t nýskipa fiskivinnuna, heilsuverkið, skúlaverkið, og annað.

 

- Men hann heldur eisini, at ein samgonga ímillum andstøðuflokkarnar, eigur at seta út í kortið, hvørja leið, vit skulu halda sum land.

 

Aksel V Johannesen hevur staðfest, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur og Tjóðveldi er ein fullveldisflokkur. Hvussu fáa tit sameint tey bæði sjónarmiðini?

 

- Tað verður ein samráðing um ein politikk, sum eisini førir okkum fram eftir teirri kósini, Tjóðveldi vil, men eisini eftir teirri kósini, hinir flokkarnir vilja.

 

- Eg havi góðar vónir at finna semju um tey málini eisini, uttan at bróta tey mørk, hvør einstakur flokkur hevur á økinum.

 

Hann sigur, at hetta verður ein heildarmeting av, hvat flokkarnir semjast um á ríkisrættarligu kósini, og hvat teir kunnu semjast um í tí uppruddingararbeiði, sum skal gerast.

 

Eisini Aksel V. Johannesen heldur, at ríkisrættarligi spurningurin verður tann stóra avbjóðingin at loysa í eini samgongu ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, men heldur ikki hann ivast í, at tað ber til at finna eina semju á hesum øki, sum allir partar kunnu góðtaka.