Av tí at landsstýrisfólk nú fáa 15 prosent oman á lønina í pensjónsgjaldi í staðin fyri tænastumannaeftirløn, kann landið spara fleiri milliónir fyri hvørt landsstýrisfólk.
Eykablaðið Vinnan, sum kemur við Sosialinum mánadagin, hevur hugt eftir pensjónsviðurskiftinum hjá politikarum, sum í næstum skulu gera okkum øllum eina nýggja pensjónsskipan – har teir kanska fara at hækka pensjónsaldurin.
Í fjør var pensjónsskipanin hjá landsstýrisfólkum broytt. Og at tað hevur loyst seg er skjótt at rokna seg fram til.
Teir, sum í dag hava rætt til góðu tænastumannapensjónina sum løgmaður, eru Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard – sum báðir fáa hesa pensjón upp á 36.000 krónur – og Edmund Joensen og Kaj Leo Holm Johannesen, sum fáa hana, tá teir fara frá.
Vinnan hevur roknað upp á tølini, hvussu nógv tað kostar landinum, at ein politikari kann fara frá við fullari pensjón, tá hann er 60 ára gamal og livir til hann er 85 ár.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fær 77.500 krónur í løn um mánaðin. Harumframt fær hann 15 prosent í pensjónsinngjaldi. Tað er 11.625 krónur um mánaðin. Saman við lønarhækkingini upp á 17.500 krónur um mánaðin, so fær hann útgoldið í løn + pensjónsgjaldi 29.125 krónur meira enn Kaj Leo Holm Johannesen, sum enn fær løn sum løgmaður.
Men tá Aksel V. Johannesen verður pensjónistur, so fær hann 0 krónur úr landskassanum í løgmanspensjón.
Hugsa vit okkum, at Aksel V. Johannesen situr í 8 ár sum løgmaður, so hevði hann eftir gomlu skipanini rætt til 36.000 krónur um mánaðin, tá hann varð pensjonistur. Tað hevði hann kunna fingið, tá hann fylti 60 ár. Um vit so nýta sama frymil, at hann fekk hesa eftirløn í 25 ár, so hevði eftirlønin til hansara kostað landskassanum 10,8 milliónir krónur.
Men Aksel verður nógv bíligari enn Anfinn, Jóannes, Edmund og Kaj Leo (og løgtingsformenn, sum hava somu skipan). Tí "eykaútreiðslan" fyri Aksel er goldin, tá hann fer frá sum løgmaður. Tí í mun til lønina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, so kostar Aksel 29.125 krónur meira um mánaðin. Situr hann í átta ár, so verður henda "eykaútreiðsla" 2,8 millónir krónur – harav pensjónsinngjaldið í átta ár kostar 1,1 millión krónur.
Broytingin, sum er gjørd í landsstýrispensjónum hevði í hesum førinum spart landskassanum 7,9 milliónir krónur bara fyri ein løgmann!