Aksel gjørdist meistari

Tað tók sína tíð, men leygardagin eydnaðist tað loksins Aksel Poulsen at vinna FM-heitið í badminton, eftir at hann í trimum spennandi settum basti Absalon Eysturoy

Badminton

 

Leygardagin varð stóri finaludagurin fyri badminton, judo og borðtennis hildin í Badmintonhøllini í Havn.

Undan finaluni var stórt fokus á einmansleikinum hjá monnum, har feltið var meira opið enn nakrantíð, nú Niklas Eysturoy varð noyddur at geva avboð.

Her stóð finaludysturin ímillum Aksel Poulsen og Absalon Eysturoy, og gjørdist talan um ein sera spennandi dyst, har teir báðir skiftust um at hava yvirvág. Men har Aksel tó átti størsta yvirskotið, tá avgerandi bóltarnir skuldu sláast.

Hjá kvinnunum var sum væntað eingin ivi. Og tó at Guri Poulsen beit væl frá sær í næsta settinum, so var hon ongan tíð veruliga í nánd av at hótta Sigrun Smith.

Úrslitini í einstøku kappingunum framganga av yvirlitinum niðanfyri.

 

Tvímansleikur hjá kvinnum

1 Sigrun Smith/ Guri Poulsen

2 Brynhild D. Carlsson/ Rannvá D. Carlsson

 

Tvímnasleikur menn

1 Absalon Eysturoy/ Aksel Poulsen

2 Rógvi Poulsen/ Flóvin Mikkelsen

 

 

Blandaður tvímansleikur

1 Rannvá D. Carlsson/ Aksel Poulsen

2 Sigrun Smith/ Absalon Eysturoy

 

Einmansleikur kvinnur

1 Sigrun Smith

2 Guri Poulsen

3 Brynhild D. Carlsson

 

Einmansleikur menn

1 Aksel Poulsen

2 Absalon Eysturoy

3 Rógvi Poulsen

 

Gentur U9

1 Ingibjørg Olsen, VÍF

2 Marjun Niclasen, VÍF

3 Petra Ingebrichtsen, VÍF

 

Dreingir U9

1 Dan Fróðason, MBF

2 Karl Heri Brodersen, HBF

3 Olgar Fugløe, KBF

 

Gentur U11

1 Angela Petersen, MBF

2 Betti Eyð Ellingsgaard, MBF

3 Jóna Jensen, ÍF

 

Dreingir U11

1 Jákup N. Olsen, ÍF

2 Jákup Jacobsen, ÍF

3 Janus Samuelsen, MBF

 

Gentur U13

1 Kristina Eriksen, HBF

2 Hanna Poulsen, ÍF

3 Sólfríð Poulsen, VÍF

 

Dreingir U13

1 Sámal Joensen, ÍF

2 Martin Justinussen, HBF

3 Aron Cornette, ÍF

 

Gentur U15

1 Rannvá D. Carlsson, HBF

2 Helena Lamhauge, HBF

3 Svanna Poulsen, VÍF

 

Dreingir U15

1 Arnold Kristiansen, ÍF

2 Magni Hansen, ÍF

3 Poul Magnus Petersen, ÍF

 

Kvinnuunglingar

1 Birita Poulsen, VÍF

2 Hanna Elisa Óladóttir Arge, HBF

3 Sigrið Dalsgarð, HBF

 

Mansunglingar

1 Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF

2 Ellindur G. Magnussen, HBF

3 Andreas Poulsen, HBF

 

Oldboys einmansleikur

1 Herman Eysturoy HBF

2 Michael Gram MBF

3 Zacharias Thomassen HBF

 

Oldboys tvímansleikur

1 Michael Gram/Henrik Petersen, HBF

2 Jóhannes Ellingsgaard/Herman Eysturoy, HBF

3 Høgni Carlsson/Yngvi Guttesen, HBF