Aksel fekk stóran meiriluta

Aksel V. Johannesen fekk stóran meiriluta, tá ið hann leygardagin varð valdur til nýggjan formann í Javnaðarflokkinum
Tilsamans høvdu tey bæði valevnini, Aksel V. Johannesen og Heðin Mortensen 143 atkvøður at býta sínamillum og tá ið avtornaði, fekk Aksel V. Johannesen 102 atkvøður og Heðin Mortensen fekk 41 atkvøður.
Upprunaliga var John Johannessen eisini formansvalevni, men hann tók seg aftur beint undan atkvøðugreiðsluni
Á eykalandsfundinum, høvdu Norðyggjar 20 atkvøður, Eysturoyggin hevði 25 atkvøður, Norðstreymy 8, Suðurstreymoy 35, Vágar høvdu 12 atkvøður, Sandoy 8, Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevði 23 atkvøður og Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag hevði 12 atkvøður.
Í takkarrøðu síni staðfesti nýggi formaðurin, at Javnaðarflokkurin er ein fólkarørsla, sum ikki letur seg stýra av einum fólki.
Nógvar atfinningar í seinastuni ikki bara av politikkinum, men eisini innanfloks hava atfinningar verið ímóti tí samskifti, sum hevur verið.
Tí verður neyðugt at umskipa Javnaðarflokkin og styrkja samabandið ímillum flokkin og grasrøturnar.
Nógv hava sóknast eftir einum ættarliðsskifti í Javnaðarflokkinum og tað skal takast á tveimum mótum, heldur Aksel V. Johannesen.
Tað er nevniliga ikki nokk at velja ungan formann, men flokkurin má alla tíðina endurnýggjast, tí annars stirðnar flokkurin og í hesum sambandi er neyðugt at styrkja floksskipanina.

Lovar Aksel fullan stuðul
Hetta er tekin um, at tað er lív í Javnaðarflokkinum.
Tað segði Heðin Mortensen beint eftir, at hann hevði tapt formansvalið í Javnaðarflokkinum seinnapartin leygardagin.
Men hann ynskti nýggja formanninum alt tað besta og lovaði honum samstundis sín fulla stuðul.
- Tú skalt ikki vera einsamallur, tað skalt tú vita, segði Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen staðfesti, at nú avgerðin um formannin tikin, er tað ógvuliga avgerðandi at vit stuðla formanninum treytaleyst í royndunum at fáa at flokkin fram á leið.
- Hann hevur brúk fyri stuðuli, tí avbjóðingarnar eru stórar, legði hann afturat.
Heðin Mortensen takkaði fyri álitið, hann fekk á formansvalinum, tí hann fekk 41 atkvøður.
- Her er tekin um, at tað er lív í flokkinum, tí tað hetta hevur verið ein virkin tilgongd í einar tvær vikur at finna formannin.
Heðin Mortensen heitti annars á javnaðarfólk um at avgreiða ósemjur innanhýsis og standa saman úteftir um politikkin.
Les eisini greinina: Aksel vil hava tey ríku at rinda meiri og greinina: Aksel er til reiðar at verða løgmaður.