Aksel: EB/Streymur skapti ov lítið í dag

(FM1) Aksel B. Danielsen hjá EB/Streymi ásannar, at teir avrikaðu ikki nóg væl í 0-3 tapinum ímóti KÍ

Aftaná góða 2-2 javnleikin ímóti B36 á útivølli í undanfarna umfari megnaði EB/Streymur ikki at liva upp til tað avrikið í dag. Sundalagsmenn taptu greitt 0-3 ímóti KÍ.

 

Aksel B. Danielsen, ið er vaksin upp í KÍ, og spælir við EB/Streymi ásannar, at hann og liðfelagarnir skaptu alt ov lítið til at hótta KÍ í dag.

 

Talan var bert um okkurt langskot, men annars fingu ikki sundalagsmenn ikki testa Kristian Joensen í KÍ-málinum tað stóra.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á FM1, har hann prátaði við Aksel B. Danielsen beint aftaná dysturin í Klaksvík var liðugur. 

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av teimum trimum málunum hjá KÍ, og samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jóannes K. Danielsen hjá KÍ hoyrast HER