Ákoyrdur á veg tvørtur um vegin

Ein maður er fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar

Eitt ferðsluóhapp var í Klaksvík fyrr í kvøld. Óhappið hendi, tá ið ein ungur maður var á veg tvørtur um vegin eftir einum fótgangarateigi. Men tá kemur ein bilur koyrandi, og renur á mannin.

 

Maðurin er síðani fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan hevur ikki stórvegis upplýsingar um óhappið enn, men nú verða umstøðurnar kannaðar í eini roynd at fáa greiði á, hví tað hendi.