Aki-Matilda Høegh-Dam hevur meldað seg inn í Naleraq

Grønlendska fólkatingskvinnan, Aki-Matilda Høeg-Dam, sum er vald fyri grønlendska javnaðarflokkin, Siumut, hevur nú meldað seg upp í flokkin Naleraq.

Tað var fríggjadagin, at hon meldaði seg úr flokki sínum. Og í dag er greitt, at hon stillar upp fyri nýggja flokk sín, Naleraq, til landstingsvalið í Grønlandi, sum verður 11. mars.

Tað váttar hon fyri grønlendska kringvarpinum, KNR.