Áki fekk aftur fýra mál í 2. bundesligu í kvøld

Tað gongur munandi betri hjá Áka Egilsnes at skjóta mál fyri EHV Aue, men liðið er enn undir niðurflytingarstrikuni

Annan dystin á rað eydnaðist tað Áka Egilsnes at skjóta fýra mál fyri EHV Aue í aðru bundesligu í Týsklandi. 

 

Tað gongur persónliga betur hjá Áka, men enn haltar tað við sigrum og stigum hjá EHV Aue.

 

EHV Aue tapti í kvøld 24-28 fyri Rimpar á útivølli. Í steðginum var Rimpar á odda 16-12.

 

EHV Aue er næstaftast í deildini við 15 stigum nú 11 dystir eru eftir at spæla. Fýra stig eru upp til Ferndorf sum liggur á fjórðaftasta plássinum við 19 stigum, so enn kunnu Áki og liðfelagarnir bjarga sær í deildini.

 

Sunnudagin tekur EHV Aue móti Coburg sum hevur seks stig fleiri enn EHV Aue.