Ein maður hevur verið í rættinum í morgun, har hann er ákærdur í einum máli, sum kostaði einum manni í sekstárunum, lívið.
Í tíðindunum á miðdegi, visti Rás2 at siga, at hendingin fór fram í Klubb 22 tann 23. februar í fjør.
Í tí sambandi er ein 38 ára gamal maður ákærdur fyri at hava sligið, ella skumpa, ein eldri mann í sekstiárunum, so at hann datt og smekkaði høvdið í stongina niðast við barrina, sum er ætlað av hava beinini á.
Tann eldri maðurin sá út til at svíma eina løtu, men kom so fyri seg aftur, og fólk ringdu síðani eftir einum taxabili, sum koyrdi mannin heim.
Ákærdi maðurin var komin til ilnar við ein annan mann, og tað var tá ið tann eldri maðurin skuldi leggja seg ímillum, at hann fekk skumpið.
Tveir dagar seinni doyði eldri maðurin, og ein líkskurður vísti, at hann vardeyður av innaru bløðingum í heilanum umframt vætusamling í heilanum.
Hetta hevur so ført til, at 38 ára gamli maðurin í dag stendur ákærdur fyri harðskap við deyðanum sum fylgju.
Fleiri vitnir eru førd í málinum, og verjin kravdi, at tað eina vitnið, ið er statt í Danmark og sum ikki møtti til rættarfundin í dag, verður avhoyrt.
Málið er tí útsett til vitnið fær høvi at møta í rættinum at greiða frá, segði Rás2 á miðdegi.
|