Rættarmálið ímóti manninum, sum er ákærdur fyri drápsroyndum ímóti fýra fólkum í Norðdepli, verður drúgt.
Tað byrjaði mánadagin og tað væntandi verður tað ikki fyrrenn síðst í næstu viku, at avgerðin fellur, um hann er sekur ella ósekur.
Í dag varð farið undir at avhoyra vitnini og tey eru eini 14-15 í tali og tær avhoyringarnar halda fram í morgin og fríggjadagin.
Talan er um tey fýra fólkini í Norðdepli, sum vóru fyri harðskapi. Men talan er eisini um politistar og um fólk, sum annars kenna tann ákærda og hansara viðurskifti annars.
Tilsamans er hann ákærdur fyri 10 lógarbrot og í tí eina førinum er hann ákærdur fyri harðskap ímóti einum javnaldra í Klaksvík leygarmorgunin 13. juli í fjør, ella eitt gott samdøgur áðrenn ógvusligu hendingina í Norðdepli.
Í hesum sambandi eru trý vitni eru avhoyrd í dag, men har var nógv rúsdrekka uppi og frágreiðingarnar frá vitnunum samsvara ikki heilt. Sostatt er tað ikki heilt greitt, hvør leyp á hvønn og um talan er um harðskap í lógarinnar forstand, ella um talan er um ein meiri ella minni tilvildarligan bardaga eina leygarnátt í Klaksvík.
Men tað skerst ikki burtur, at maðurin, sum hevur meldað tann ákærda fyri harðskap, hevði nógvar snuddir ymsastaðni í andlitinum og aðrastaðni.
|