Ein maður hevur nú um dagarnar verið í Føroya Rætti, har hann hevur verið ákærdur fyri heili 12 lógarbrot.
Talan um um eitt fjølbroytt tyssi av lógarbrotum, hann er ákærdur fyri, bæði herverk, groft herverk, hóttanir, harðskap, grovan harðskap, umframt brot á lógina um rúsevni og brot á ferðslulógina.
Í hesum sambandi er hann dømdur fyri at hótta duravørar á einum vertshúsi og hann hevur eisini hótt grannan.
Men hann hevur eisini í fleiri førum framt grovan harðskap ímóti eini kvinnu, han helt saman við og hana hevur hann eisini hótt hann.
Maðurin hevur partvís játtað seg sekan og nú er málið tikið upp til dóms og hann fellur seinni.










