Tað er 26 ára gamli havnamaðurin Dánial Jespersen, sum júst hevur fingið prógv frá Niels Broch í Keypmannhavn. Dánial hevur tikið útbúgvingina sum heimalestur umframt at hann hevur havt fulldags arbeiði í Miklagarði í SMS í Havn. Hetta hevur verið strævin tíð, skilst, tí útbúgvingin er rættiliga krevjandi og pensum er sera stórt.
Dánial ætlar sær at halda fram í spennandi og avbjóðandi arbeiðinum í Miklagarði, har hann er 1. maður tvs. høgra hond hjá dagliga leiðaranum. Arbeiðið er rættiliga fjølbroytt við at bíleggja vørur, syrgja fyri, at røttu vørurnar eru á hyllunum osfr. Tað skilst, at honum dámar sera væl hetta arbeiðið og at hann annars er sera dugnaligur og arbeiðssamur.
Dánial hevur so eisini eina rættiliga drúgva fortíð hjá nettupp Miklagarði. Hann hevur verið har í 8 ár. Eftir eitt ára FAS útbúgving á Handilsskúlanum fór hann í læru í Miklagarði. Tað tók tvey ár og síðani hevur hann arbeitt hjá fyritøkuni samtíðis sum hann hevur lisið til akademiøkonom við detailhandli sum sergrein. Útbúgvingin á Niels Broch er tvey ára útbúgving.










