Ein Airbus A320 hjá flogfelagnum Germa Wings, er dottin niður yvir fronsku alpunum í morgun, á veg úr Barcelona til Düsseldorf. Hesum boðar franska blaðið La Provence frá í dag.
Flogfarði er dottið niður nærindis franska býnum Digne-les-Bains, ið einum øki, sum er sera torført at náa.
142 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum, umframt tveir flogskiparar og fýra flogternur.
Francois Hollande, franski forsetin, sigur, at vónirnar at finna nakran á lívi, eru smáar. Sambært franska forsetanum, vóru flestu av ferðafólkunum týskarar.
German Wings er eitt dóttirfelag hjá Lufthansa, og verður vanliga mett sum eitt lágprísfelag. Flogfarið skuldi eftir ætlan fara úr Barcelona klokkan 09.35 lokala tíð, men varð seinkað umleið ein hálvan tíma.
Tað var eisini eitt Airbus A320 flogfar, hjá Indonesia AirAsia, sum datt niður stutt eftir jól, millum oyggjarnar Belitung og Borneo. Øll 162 fólkini umborð á flogfarinum lótu lív.