Airbag hagtølai

Tað amerikanska Insurance Institute for Higway Safety hevur uppdaterað tølini fyri týdningin av, at amerikanarar nýta airbag

?Umleið 61 milliónir (31,7%) av teimum næstan 200 milliónun bilum í USA hava airbag í førarasíðuni. Av teimum hava umleið 33 milliónir (17,3%) eisini ferðafólkaairbag.

Hvønn mánað verða seldir fleiri enn ein millión bilar við airbag.

?Fram til endan av 1996 var føraraairbag útloyst 1,2 milliónir ferðir. Í 150.000 førum var eisini ferðafólkaairbagin útloyst.

?Føraraairbag minka deyðstølini við umleið 14 posentum í øllum sløgum av samanstoytum. Umleið 2.000 amerikanarar eru á lívi í dag - tí airbagin bjargaðir teimum.

?68 eru fyribils skrásett sum deyð orsakað av, at airbagin er loyst út, tá rent hevur verið á við lágari ferð.

Talan er um 25 vaksnar bilførarar, har av 13 verða mettir ikki at hava verið íbundnir, trý eldri fólk, ið hava verið við sum ferðafólk framman, 30 børn millum eitt og níggju ár og 10 børn í barnastóli, sum vendir aftureftir á forsetrinum.

?Av teimum 30 deyðu børnunum, verður mett at 26 teirra ikki hava sitið íbundin, og tvey hava havt mjadnasela.