AIDS-sjúklingar verða jarðaðir livandi

Í Papua Ný Guinea vita fólk sær eingi ráð enn at jarða sínar AIDS-sjúku næstringar livandi

-Eg havi sæð tey jarða trý fólk. Eingin var at taka sær av teimum, og tí bleiv avgjørt at jarða tey livandi, sigur Margeret Marabe við BBC.

 

Sjálv arbeiðir hon hjá einum hjálparfelagsskapi í Papua Ný Guinea, og tað er ikki bara hon, sum veit at siga frá slíkum søgum um tey AIDS-sjúku har. BBC-tíðindamaðurin Phil Mercer veit frá AIDS-sjúklingum, sum eru tveittir út av einari brúgv, og í øðrum førum liggja sjúklingarnir einsamallir í einum garði, til teir eina ferð svølta í hel, sigur hann.

 

Phil Mercer, sum starvast á BBC-tíðindastovuni í Sidaney, sigur, at tey AIDS-sjúku í Papua Ný Guinea verða jarðað, tí tey avvarðandi hava ikki umstøður til at taka sær av teimum, ella tí tey eru bangin fyri at verða smittað.

 

 

Duld tøl

 

Papua Ný Guinea, sum er partur av Oseania í Kyrrahavinum, hevur stórar trupulleikar av AIDS. Alment siga myndugleikarnir, at tvey prosent av fólkinum ella umleið 120.000 fólk eru smittað, men hjálparfelagsskapir og onnur vilja vera við, at tað veruliga talið er nógv størri.

 

Heilsumálaráðharrin í Papua Ný Guinea, Nicholas Mann, sigur við BBC, at myndugleikarnir hava ilt við at kunna fólkið um vandan við HIV og AIDS, tí fólk tosa fleiri ymisk tungumál, og tí er tað torført at kunna fólkið, sigur hann.