Tá Landingarmiðstøð Føroya varð send til trotabúðarviðgerð fyrr í ár, var talan um landingarmiðstøðirnar bæði á Toftum og í Klaksvík.
Tað er landingarmiðstøðin á Toftum, sum í dag varð seld felagnum Landingarmiðstøðini við Toftagjógv, men enn liggur landingarmiðstøðin í Klaksvík hjá trotabúnum og er ikki seld útaftur.
Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri, sigur við in.fo, at áhugi er eisini fyri landingarmiðstøðini í Klaksvík, men enn er ikki komið undir land við sølu av hesari.
- Vit eru í samráðingum við áhugaðar keyparar, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat fer at spyrjast burturúr. Í øllum førum kann eg siga, at áhugi er fyri landingarmiðstøðini í Klaksvík eisini, sigur bústjórin.










