Áhugaverd grein: Fyrsta vatnrikna elverk í Føroyum

Á Suðurrás hevur Poul Andreasen skrivað áhugaverda grein um fyrsta elverk í Føroyum, sum varð í Botni í Suðuroynni.

 

Fleiri fundir vóru í bygdini, í „Valenzia“, pakkhúsinum hjá Magnusi Veyhe, og aðrastaðni, um elektrisitetverkið. Vágs kommuna var sum fyrr nevnt, tá væl fyri fíggjarliga, fiskaprísirnir vóru góðir, nógv arbeiði var í bygdini, bæði høgur og lágur tjenti væl av peningi, og tí hevði kommunan góðar skattainntøkur; og útreiðslurnar vóru ikki serliga nógvar. Sum vera man, vóru tað tó fleiri, sum ivaðust í at binda kommununa fyri fleiri hundrað túsund krónur, sum eitt elektrisitetverk fór at kosta. Men sóknarstýrislimirnir, og serliga Petur á Gørðunum, dugdu væl at tosa fyri hesi stórætlan, sum tað jú var, og fyri tann stóra týdning, sum eitt elektrisitetverk fór at fáa fyri bygdina og menningina í bygdini. Torv var einki í bygdini, olja og kol var dýrt, men vatnið úr vøtnunum norðuri í haga kostaði einki. Og serliga viðvíkjandi tí fíggjarliga, tað órógvaði ikki sørt. Men hetta at sleppa frá torvarbeiðinum, at fáa útróðrarbátarnar hivaðar heim á Eiðið við elektrisitet og onnur góð lyftir, vigaðu so nógv, at sum frá leið, tóku tey flestu undir við ætlanini um at byggja eitt elektrisitetverk, stendur millum annað at lesa í greinini.

 

Greinin sæst á www.sudurras.fo