Mentamálaráðið er áhugað at keypa Venjingarskúlin frá Tórshavnar Kommunu.
Tað váttar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum fyri www.in.fo.
Nú Tórshavnar Býráð arbeiðið við eini nýggjari skúlaskipan, hevur býráðið bjóðað landstýrinum at keypa venjingarskúlan.
Í hesum sambandi hevur býráðið bjóðað til samráðingar um prís og treytir annars.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at tað er neyðugt, at ein avgerð fyriliggur, rættiliga skjótt, tí at býráðið er í ferð við at gera ein nýggjan skúlabygnað fyri Havnina.
Í hesum sambandi eru nøkur tilmæli gjørd og eftir teimum skal Venjingarskúlin seljast og ein nýggjur Vesturskúli byggjast í Vesturbýnum.
Venjingarskúlin og læraraskúlin eru í sama bygningi, sum landið og kommunan eiga, og Bjørn Kalsø ásannar, at hendan tvístøða er heldur fløkt at umsita.
Tí er hann sinnaður at finna eina loysn, so at kommunan antin yvirtekur alt húsið, ella at landið ger tað.
- Vit eru avgjørt áhugað í at útvega Fróðskaparsetrinum betri umstøður og í tí sambandi hava vit eisini áhugað í venjingarskúlanum, sigur landsstýrismaðurin.
- Fróðskaparsetrið hevur avgjørt brúk fyri at verða savnað, fyri at fáa eitt betri lestrarumhvørvi, leggur hann afturat.
Sostatt er hann sinnaður at samráðast við Tórshavnar býráð um málið.
- Men fortreytin er sjálvsagt, at prísir og treytir annar, kunnu góðtakast, leggur hann afturat.
- Hann sigur, at Mentamálaráðið arbeiðir í løtuni við einum útkasti til eina avtalu, sum verður lagt fyri kommunurnar.










