Ahmedinejad ætlar sær út í rúmdina

Fyri nøkrum døgum síðani boðaði Iran frá, at landið hevði sent eina rakett við einari apu út í rúmdina, og at apan var komin aftur á jørðina í øllum góðum eftir eina rundferð um jørðina.

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, er so hugtikin av bragdinum, at hann sigur seg vera til reiðar at fara út í rúmdina sum tann fyrsti iranski rúmdarmaðurin. Tað segði hann, tá hann var og vitjaði eina rúmdarframsýning í Teheran í gjár.

Forsetin legði afturat, at gongst sum ætlað, fer Iran at senda tað fyrsta mannaða farið út í rúmdina um fýra ella fimm ár.

USA og onnur lond vestanfyri siga, at tað iranska tosið sum rúmdarferðir er bara skálkaskjól, og at allar rakettroyndirnar hava eitt hernaðarligt endamál.