Agnes er serfrøðingur í tara

- Tað er undarligt, at tari hevur fylt so lítið í føroyska samfelagnum. Nógv tarasløg stórtrívast her á okkara leiðum og hava sera góð vakstrarlíkindi. Eg havi havt nógv tarafólk á vitjan, og tey eru um at detta á reyvina yvir, hvussu fín taraflorain er her hjá okkum, og enn er alt ikki komið undan kavi, t.d. havi eg funnið eitt nýtt taraslag á Trongisvágsfirði, so eg eri spent uppá, hvat víðari kanningar á fjørðinum kunnu vísa. Og Suðuroyggin hevur fleiri firðir, so eg komi ikki at sita hendur í favn, sigur Agnes Mols Mortensen, sum er lívfrøðingur við sergrein í tara Stóra Afrikakortið á vegginum í stovuni, ljóðførini og dreadlokkarnir eru spor av dreyminum, Agnes hevði, um at uppliva Afrika. Sum AFS´ari livdi hon eitt ár í Ghana, og hevur verið aftur á longri vitjan. Eisini fylgdi hon dreyminum um at fara við skúlaskipinum Danmark, og seinastu árini hevur hon lisið lívfrøði í Keypmannahavn, við sergrein innan tara, sum hon endaði í summar. Nú hevur hon búsett seg á Tvøroyri, í stak hugnaligu húsunum, sum omman og abbin áttu, og sum nú eru hennara. Í kjallaranum ger hon royndir við tara, og kavaradraktin hongur á einum seymi. - Eg havi altíð verið hugtikin av náttúruni, serliga av mølini og taranum. At eg nú havi eina útbúgving á hesum øki, er eitt stórt privilegium. Eg eri flutt aftur á Tvøroyri, ikki tí at eg, sum lívfrøðingur ella granskari, rokni við at finna eitt granskingarumhvørvi her, men havi nokk altíð vita, at eg skal búgva her. Alt feltarbeiði, gjøgnum lesturin, hevur verið í Føroyum. Tað er hesa náttúruna eg kenni best, í henni havi eg lættast við at kenna samanhang. Eg eri uppvaksin her, kenni fólk og dámi væl mentalitetin, havi arbeiðsró, telduna og netið, ja, og foreldrini, og tey eiga bil, leggur Agnes, flennandi, afturat. – Eg havi møtt stórari vælvild, hitti alsamt fleiri fólk, sum vilja hoyra um tað eg geri, og tað er eitt tekin um, at tingini fara at bera til, og tað er sera virðismikið hjá mær. Havi eitt nú, uttan hóvasták, fingið kuldarúm á flakavirkinum at gera royndir í. Vælvild ger eisini, at eg trúgvi uppá, at framtíðin opnar fyri møguleikum, at føroyingar fara at satsa meira uppá gransking og útbúgvið fólk sum eitt tilfeingi. Eg samstarvi við granskarar úti í heimi, sum virka í einum etableraðum taragranskingar umhvørvi, bæði í teirra heimlandi og á altjóða støði. Slíkt umhvørvi finnst ikki í Føroyum, og eg síggi tað, sum eina sera spennandi, og neyðuga, uppgávu at vera við til at uppbyggja og menna taragransking í Føroyum, sigur Agnes. Hon ímyndar sær, at hon sum freelancari, í stóran mun, fer at samstarva við stovnar og granskarar aðrastaðni. - Bæði í Englandi og USA havi eg møguleika fyri at arbeiða við genetiskum metodum, har umstøður eisini eru til at hava livandi tarakulturar, men eg vóni, at eg einaferð fari at hava slíkir facilitetir her heima. – Tað er undarligt, at tari hevur fylt so lítið í føroyska samfelagnum. Nógv tarasløg stórtrívast her á okkara leiðum og hava sera góð vakstrarlíkindi. Eg havi havt nógv tarafólk á vitjan, og tey eru um at detta á reyvina yvir, hvussu fín taraflorain er her hjá okkum, og enn er alt ikki komi undan kavi, t.d. havi eg funnið eitt nýtt taraslag á Trongisvágsfirði, so eg eri spent uppá, hvat víðari kanningar á fjørðinum kunnu vísa. Og Suðuroyggin hevur fleiri firðir, so eg komi ikki at sita hendur í favn, sigur Agnes. Men fremst í huganum stendur ein PhD ritger. Henni stendur í boði at koma til USA at granska í reyðtaraslektini “Porphyra”, og júst grundkanningarætlanin við Porphyra er hjartabarnið hjá Agnes, hetta skrivaði hon eisini høvuðsuppgávu um. – Nógv Porphyra sløg finnast í Føroyum, og eftirsum tey eru sera trupul at slaggreina, tí tey líkjast so nógv, helt eg tað vera eitt spennandi og avbjóðandi evni. Í høvuðsuppgávuni býtti eg arbeiði í tríggjar partar, sum skuldu samanhaldast, fyri at fáa eina so neyva slaggreining sum tilbar: Hvussu sá slagið út (morfologiin), hvar vaks tað (vistfrøðin) og so tann genetiska dimensiónin (DNA-sekvensar). Og tað hepnaðist sera væl, sigur Agnes. Kunnu skapað eitt inspirerandi samfelag - Eg haldi, at Føroyar eru eitt spennandi stað, har nógvar broytingar fara fram í løtuni. Um viljin er, kunnu vit skapað eitt inspirerandi samfelag, við stórari atdráttarmegi. Eg veit, at fólk aðrastaðni síggja land okkara sum nakað serligt, verði ofta spurd, um tað er gjørligt koma til Føroyar á skeið innan lívfrøði, og tá má eg svara nei, vit hava eitt universitet, men ongi international skeið at bjóða, tíanverri. At hugsa sær, um vit gjørdu eina havlívfrøðiliga feltstatión í Føroyum, har fólk komu uttanífrá, bæði sum lærarir og næmingar, at vinna sær vitan innan taralív og onnur havlívfrøðilig øki. Vit kundu skipað fyri feltskeiðum, sum í høvuðsheitinum ikki krevja annað enn mikroskop, bát, rennandi sjógv og umstøður at sova og eta. Hesi skeið kundu t.d. virka sum ein partur av Fróðskaparsetrinum. Eg havi júst verið á einum feltskeiði í Noregi, har tær fysisku rammurnar vóru ein lítil feltstatión við køki og kømurum, mikroskop og undirvísingarfacilitetir, ein bátur og so áhugaði og kompetent fólk. Høvuðsendamálið við hesum feltskeiði var at samla fólk, útveksla vitan, samla tara í nattúruni, slaggreina, skráseta og aftur skráseta, alt vit sóu. Skrásetingin er sera týdningarmikil, fyri at kunna staðfesta broytingarnar. Í Føroyum eru vit altíð so øgiliga skjót at tosa um kostnaðin av øllum fyri at fáa tingini á glið, eisini tá vit tosa um útbúgving og gransking. Og væl vitandi um, at alt kostar, so kunnu vit eisini skapa nakað, meðan vit bíða eftir teim stóru pengunum. Vit mugu byrja einastaðni, og at raðfesta útvekslan av vitan og menniskjum høgt, má vera av størsta týdningi fyri samfelagið. Vit eiga eina perlu av eini náttúru, vit áttu at verið meira opin, og útbúgvi onnur enn føroyingar her, tað hevði bara komið okkum til góðar. Nú veðurlagsbroytingarnar eru so ógvusligar, er sera týdningarmikið við skrásetingum, tí tað mangla vit í stóran mun. Vit liva av fiski, og tað er ongin ivi um, at hitabroytingar fara at ávirka fiskastovnarnir. Um norðuratlantshavspumpan viknar, verður kaldari um okkara leiðir. Vit eru so sárbar í hesum broytingartíðum. Tann gransking, sum fer fram, er sjálvandi, í høvuðsheitinum, innan fisk, men vit mugu eisini differentiera granskingina í framtíðini, eggja til gransking í mentan, máli o.s.fr. Útheimurin hevði eisini verið áhugaður í at fylgt kanningum her, tí vit eru ein rættuliga homogenur bólkur, har øll kunnu vera við í skrásetingunum, okkara data kunnu tí verða gull verd. Varin við ógvusligum broytingum - Vit tosa nógv um undirsjóvartunlar og infrakervið, um pengar og prioriteringar. Áðrenn so stórar íløgur verða gjørdar, skuldu vit kanska sett spurnartekin við, hvønn menniskjaligan týdning tað hevur fyri okkum, at broyta strukturin í samfelagnum so ógvusliga. Um alt okkara oyggjaland, sum úti í heimi er kosið at vera óspilt, skal bindast saman úr enda í annan, er tað ikki longur bara ein spurningur um milliardir. At eg t.d. velji at flyta aftur á Tvøroyri, og ikki til Havnar, snýr seg nógv um kenslur, ein serligan form fyri heimlongsul, sum er samantvunnin við mentanina, humorin, málið/dialektina, náttúruna o.s.fr. her suðuri. Hetta var ikki sermerkt fyri meg, øll míni føroysku vinfolk høvdu henda serliga longsulin, sum eg haldi er sermerktur fyri okkum føroyingar. Eg gloymi ikki fyrstu ferð eg hevði ein tvøramann sum undirvísara á Setrinum, tað var fantastiskt at hoyra um havlívfrøði á tvøramáli. Tí haldi eg, vit skulu vera væl fyrireikað, áðrenn vit gera so drastiskar broytingar í samfelagnum. Eg haldi, í hvussu er, at vit skulu vera eitt sindur varin við risastórum íløgum júst nú. Búskapurin er glóðheitur og kanningar vísa, at árið í ár er onki serligt fyri gróðurin í havinum, tað bremsar tilgongdini av fiski og harvið pengum, sigur Agnes. Hinvegin heldur hon, at nú vit eru kosin sum nr. 1 á listanum yvir óspilt oyggjasamfeløg í heiminum, er tað ein upplagdur møguleiki hjá okkum at gerast meira “grøn”. - Ongin politiskur flokkur hevur enn promoverað seg sum ein grønan flokk, hetta haldi eg er ein seriøsur mangul, og leggur ikki upp til, at fólk gerast meiri tilvitað um nattúruna. Greið politisk stevnumið eru alneyðug. Um vit ikki skulu hava náttúruna, sum okkara stórsta tilfeingi, hvat hava vit so at bjóða ferðafólki uttanífrá eins og okkara egnu. Hví so koma aftur hendavegin og seta búgv. Vit mugu raðfesta náttúruna høgt. Eitt nú síggja vit ofta byggiætlanir fara í gongd, har arbeiði so brádliga verður steðgað, tí loyvini ikki eru í lagi. Her mangla aftur greið stevnumið. Og onki annað land, í verðini, hevði góðtikið, at náttúran var fyri slíkari niðurpíning, sum okkara, orsakað av seyði. Um vit hálveraðu seyðastandin, hevði grasið kanska kunnað komið fyri seg, og tær urtir, ið ætla at koma upp, høvdu kanskað sloppið. Hevur fylgt dreyminum Agnes hevur fylgt dreyminum og gingið sínar egnu leiðir. Og júst leiðina til Føroya, og Suðuroynna, vónar hon, at alt fleiri við henni fara at velja. – Vit standa á gáttini til eina kollvelting á politiska økinum. Fyri fyrstu ferð uppliva vit, at politisku flokkarnir promovera seg við kvinnum á listunum, og hava tað sum eitt evni. Eisini samanlegging av smáum eindum er eitt nýtt fyribrygdi. Hetta er sera positivt, og roknast kann við, at tey, sum velja at flyta heimaftur, eru ressourcesterk fólk, ið veruliga ynskja broytingar, og at uppbyggja nakað. Og kanska hava vit eina ábyrgd, okkara ættarlið, ið hevur fingið so góðar útbúgvingarmøguleikar, at koma aftur hendavegin. Tað er trupult, um ein ynskir sær karrieru og at vinna nógvar pengar, men um áhugin er at byggja sítt egna upp, eru Føroyar, og serliga Suðuroyggin, helst eitt sera gott boð, sigur Agnes. (at koyra í kassa): Kvinnur í Suðuroy Manglandi kjak her suðuri, um okkara støðu í samfelagnum, er orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við seks kvinnur í Suðuroynni. Vit eru ikki von við at spíðska pennin og siga okkara hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men nógvar hava hugsanir og meiningar um, hvussu vit í framtíðini møguliga kunnu koma burturúr hesi støðuni við stagnatión og fráflyting. Kvinnurnar eg hitti eru: Súnhild Holm, Anna B Samuelsen, Annika Næs Johannesen, Agnes Mols Mortensen, Aggi Ásgeirsdóttir og Kirsten Strøm Bech. Hetta er fjórði partur.