##med2##
Var nakar óheppin í steypafinaluni hjá kvinnum, so var tað royndi VÍF-spælarin, Agnas Olsen, tá vestmannakvinnur taptu 23-24 (13-15) móti H71 í steypafinaluni hjá kvinnum í Faxe Kondi kappingini.
Hon fekk reyða kortið fyri eina takkling móti Evu Barbu Arge hjá H71 í fyrra hálvleiki, ið dómararnir mettu vera til eitt reytt kort. Í støðuni var Agnas Olsen samstundis so óheppin, at hon beglaði.
##med3##
Agnas Olsen upplivdi støðuna, at Eva Barba datt um fótin hjá henni, og í fallinum beglar Agnas, og fær samstundis reyða kortið, so talan var um dupultan skaða hjá VÍF.
Agnas mátti fara á Landssjúkrahúsið, og kom aftur í høllina á Hálsi á høkjum. Hon sigur, at hon kláraði ikki at lurta eftir FM1 ella fylgja við gongdini í finaluni, tí hon var so hørm um tað sum var hent í fyrra hálvleiki: - Nú fari eg heim at drukna sorgina, sigur ein hørm Agnas.
##med4##
John Larsen, venjari hjá VÍF staðfestir, at tað er harmiligt at missa ein so góðan og royndan spælara sum Agnas Olsen. Men samstundis er John Larsen stoltur av hvussu væl vestmannakvinnur stríddust víðari í dystinum og góvu hoyvíkskvinnum dyst til strikuna.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal, reportarar hjá FM1 gjørdu við Agnas Olsen og John Larsen.
##ms##