Á Outsider Magazin hava tey havt nógv jørn í eldinum í seinastuni. Á móttøku á Dimmalætting leygardagin varð nýggjasta útgávan av Outsider løgd fram umframt yrkingasavnið Náðisólin, sum blaðstjórin Kim Simonsen júst hevur givið út. Men gestirnir til móttøkuna bíðaðu ikki minni spentir at hoyra, hvør hevði vunnið sms- yrkinginakappingina YrkFozt, sum Outsider Magazin, Ole Wich og Petur Pólson tóku stig til fyrr í ár við stuðli frá Dimmalætting og Kall.
Strangir peikifingrar og dansandi tumlar
Heili 168 yrkingar komu inn til kappingina, og tá av tornaði vórðu tríggir vinnarar funnir. 3. virðisløn fór til Dianu Joensen, 2. virðisløn fór til Jónley á Løgmansbø meðan Agnar Jógvanson vann fyrstu virðisløn.
Kim Simonsen sigur, at eitt av endamálunum við kappingini hevur verið at lokka fólk, sum annars ikki høvdu torað tað, at senda inn hetta slagið av yrkingum
- Soleiðis var kappingin eisini ein roynd at skilja teirra málsligu kotur, heldur enn at fordøma teirra krypteraða kjatt- og smsføroyska mál, sigur Kim, og leggur afturat, at tað kann gott vera at sambært PISA duga føroyskir ungdómar ikki so væl í skúlanum og keða seg illa. Hendan kappingin hevur hinvegin víst eitt ótrúligt hegni at uppfinna eitt garrvilt føroyskt skriftmál.
Ole Wich hevur í hesum sambandi fleiri ferðir víst á vandan í, at føroyskur málpolitikkur er vorðin so avmarkandi, at fólk aftra seg við at orða seg alment.
- Hvat hjálpa strangir málsligir peikifingrar, tá tumlarnir dansa eftir knappunum á fartelefonini og sms-málið titrar ótarnað gjøgnum luftina. Her lekur álvarsliga millum strangan málpolitikk og gerandispraksis og gjógvin verður bara størri, sigur Ole Wich, sum er sannførdur um, at tað eigur verða pláss fyri hesum slagnum av føroyskum eisini.