Agip fer helst at útseta boring

Hóast einki er komin alment fram enn um møguliga útseting av fyrstu boringini hjá Agip og Føroya Kolvetni frættist frá keldum í oljuheiminum, at tað er rættiliga sannlíkt, at Agip, sum er fyristøðufelag fyri loyvinum á føroyska landgrunninum, fer at søkja Oljumálastýrið um loyvi at útseta sína boring til í næsta ár.

Olja

Tíðin nærkast til at freistin gongur út fyri at bora brunnin, tvs. í august, og tí má roknast við, at italska felagið skjótt fer at kunna Oljumálastýrið um sínar ætlanir og ynski, uttan mun til hvønn vegin tað ber. Tað er eingin loyna, at heldur óvæntaðu turru brunnarnir hjá Statoil og BP og so fundið hjá Hess í nógv djúpri løgum enn væntað hava gjørt, at øll oljufeløgini á landgrunninum og harímillum eisini Agip hava verið noydd til at endurskoða allar sínar arbeiðsætlanir. Heldur enn at fara út í blindum at bora vilja feløgini gera sítt heimaarbeiði til fulnar. Fyri leitingina við Føroyar vil hetta uttan iva verða tað besta skilur blaðið á keldum.

Hóast vit missa eina boring nú, so er betur at fáa eina boring í næsta ár, sum hevur størri møguleika at raka við olju og gass verður sagt. Tískil má roknast við, at ein áheitan frá Agip um at útseta boringina í veruleikanum kenst kærkomin fyri føroyskar oljumyndugleikar. Eyðun Elttør, landsstýrismaður vil ikki gera nakra viðmerking til hetta í løtuni annað enn, at teir rokna við at hoyra frá Agip skjótt. Sjálvur heldur hann tað er sera umráðandi, at feløgini kenna seg trygg við sínar útrokningar og seismisku tulkingar, áðrenn farið verður at bora. Fyri Føroyar hevur tað størst týdning, at olja verður funnin, og ikki nær tað verður borað.