Oljuleiting
Gongst sum ætlað fara Agip og Føroya Kolvetni at bora á landgrunninum í juni næsta ár. Hetta upplýsir stjórin hjá Agip fyri Føroyaøkið, Aldo Napolitano. Hann váttar, at teir í løtuni hava biðið um tilboð uppá ein boripall. Týsdagin vitjaðu umboð fyri Agip og Føroya Kolvetni Oljumálaráðið, har tey greiddu frá arbeiðinum at gera klárt til komandi boring. Aldo Napolitano sigur, at teir eru ?on the track? tvs. teir eru á kósini og at tað restar lítið í at kunna gera av júst hvar boristaðið verður. Sosialurin skilur, at Agip hevur gjørt sær stóran ómak við arbeiðsprogramminum undan síni fyrstu boring á landgrunninum, og at hetta boðar frá, at felagið, sum telist millum heimsins størstu oljufeløg, tekur sína uppgávu í Føroyum í størsta álvara. Ætlanin var at bora í fjør, men heldur óvæntaðu turru brunnarnir hjá Statoil og BP og eins óvæntaða fundinum hjá Hess í djúpri løgum gjørdu, at Agip metti tað rætt at tulka seismikkin av nýggjum og at fáa til vega nýggjan seismikk. Tað skilst, at nýggi seismikkurin hevur beint Agip á eina áhugaverda kós.
Aldo Napolitano sigur við Sosialin, at teir framvegis hava vónir um at gera fund á landgrunninum, hóast tveir turrar brunnar í fjør. Uppá fyrispurning um teir ætla sær at undir eina boring uppá 200 til 250 mill. kr. nærum einsamallir sigur hann, at Føroya Kolvetni er við og hevur møguleika at brúka sína optión, sum merkir, at felagið kann fara frá 7% til 21% í loyvinum. Sum er hevur Agip 93%, og tað verður mett at vera ein stórur váði at átaka sær. ?Eru onnur feløg, sum vilja koma uppí lisensin (farma inn) og vit kunnu blíva samdir um treytirnar, so eru dyrnar opnar sigur Aldo Napolitano, sum heldur ikki dylur fyri, at teir sjálvir eisini hyggja seg íkring eftir partnarum. Men sum sagt hevur Føroya Kolvetni enn møguleika til at økja sín lut fram til boringina í juni.
Ron Lansdell gevst
Í sambandi við arbeiðsvitjanina hjá Agip nýtti leiðarin av kanningarbólkinum seinastu mongu árini, Ron Lansdell, høvi til at takka fyri seg. Hann skal royna nýggjar avbjóðingar og fer til Kazakstan at arbeiða fyri Agip. Ron Lansdell er millum tey útlendsku oljufeløgini, sum hevur verið longst í Føroyum. Á samkomu mikudagin takkaði hann føroyskum oljumyndugleikum fyri góða samstarvið og ynksti føroyingum og oljuvinnuni góða eydnu.










