Aggi Ásgerð og Vigdis búgva báðar í Suðuroy, men fara í døgunum 15.- 19. juli at sýna fram listarverk í Havn.
Aggi Ásgerð, var í 1995 útbúgvin á Danska Listaháskúlanum á Fyn og arbeiðir burtuav við oljumálningum. Aggi hevur egið atelier í gamla skúla í Vági og hevur júst í samband við jóansøkuna, skipað bæði fyri egnari framsýning umframt stórari framsýning av myndum hjá børnunum í verkætlanini "Skapandi spírar", sum koyrir á øðrum ári. Myndlistaverkstaðurin hjá Aggi Ásgerð hevði í fjør 108 børn í 4 liðum og í ár vóru tað umleið 80 børn úr Vági sum spíraðu.
Á framsýningi í Smiðjuni hevur Aggi Ásgerð 12 nýggjar oljumálningar, har dimensionella rúmið er tikið inn í myndaheimin. 6 málningar eru tengdir saman og kunnu tó standa frítt sjálvir, sum lutaeindir.
Vigdis Sigmundsdóttir hevur í umleið 30 ár fingist við klippmyndir. Motivini eru oftast úr føroyska bygdaumhvørvinum og á hesi framsýningini eru 13 klippmyndir, umframt plaktir. Motivini eru av Sumba, Tindhólmi, Kollafjarða kirkju, Tvøroyri, Klaksvík, Koltri, Vestmanna og fleiri øðrum støðum í Føroyum.
Vigdis hevur verið sera virkin og hevur havt fleiri framsýningar í Noregi, Danmark, Íslandi og í Føroyum gjøgnum árini.
Hetta er aðru ferð at Aggi Ásgerð og Vigdis sýna fram saman og aftur hesaferð er tað í Smiðjuni í Lítluvík i Havn. Fyrru ferð tær sýndu fram saman var fyrst í 90´unum.
Framsýningin letur upp leygardagin 15. juli kl 14. Opið er allar dagar frá kl. 14 18.