AGF verður bjargað

Hóast fíggjarliga dimmalættingin verður søgd at nærkast, so gongur tað framvegis striltið at fáa stig til høldar

 

Felagið hjá Óla Johannesen er framvegis í tungum sjógvi. Fíggjarliga støðan er sera vánalig, og á vøllinum gongst framvegis illa at fáa úrtøku. At avrikini á vøllinum ikki eru í topp varð enn eina ferð sligið fast mánakvøldið. Tá hevði AGF vitjan av botnliðnum úr Haderslev. Úrslitið var 1?1 javnleikur. Tað hevði við sær, at Haderslev tvífaldaði stigatalið upp í tvey.

Haderslev kom á odda í 14. minutti, og AGF javnaði í 33. minutti. Bæði málini vórðu stútað.

Síðstu løtuna stríddist AGF við tíggju monnum. Hetta var fjórða ferðin í hesum kappingarárinum, at ein av AGF spælarunum fekk reytt kort. Óli Johannesen var ikki á liðnum hesa ferð. Hann var leikbannaður.

Í AGF høvdu teir frammanundan sagt, at tað var lívs neyðugt at fáa øll trý stigini. Men javnleikurin var nóg mikið til í fyrstu atløgu at lyfta teir upp um niðurflytingarstrikuna. AGF hevur tíggju stig. Tað hevur Herfølge eisini, men Herfølge er á støðutalvuni niðanfyri strikuna, meðan AGF er beint omanfyri.

Herfølge hevði eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men teir hava ment seg síðstu vikurnar. AGF hevði eina góða byrjan, men nógvu tær seinastu vikurnar hevur tað gingið illa.

Í donskum fjølmiðlum hevur teir seinastu dagarnar verið gjørt nógv burturúr, at nú hava spælararnir í AGF fingið at vita, at felagið verður bjargað. Fleiri innanhýsis bólkar eru settir, og hesir arbeiða við at finna út av, hvussu felagið skal skipast í framtíðini. Enn er einki komið framum, hvussu peningurin skal fáast til vega. Men lyfti er givið um, at ein loysn heilt skjótt verður løgd á borðið.

Sunnudagin skal AGF spæla á útivølli ímóti Viborg. OB skal sunnudagin spæla á útivølli ímóti AB. Mánakvøldið fær Herfølge vitjan av FCK. Tann dysturin verður vístur á TV3+.