36 ára gamli Andre Agassi boðar nú frá, at hann fer at gevast við tennis á hægsta støðið. Fráboðanin kom á tíðindafundi, sum varð hildin undan Wilmbledon kappingini, og sigur hann, at seinasta kappingin hjá sær verður US-Open, sum er seinasta Grand-Slam kappingin á árinum.
Agassi hevur seinnu árini havt trupulleikar við einum argandi ryggskaða, og er hesin fremsta orsøkin til, at veteranurin nú gevst.
Eg havi bíðað við at boða frá hesum, men nú er løtan tann rætta. Hetta er jú staðið, har alt byrjaði, staðfesti Agassi, sum í 1992 vann sín fyrsta Grand-Slam sigur júst á Wimbledon.