Hesa ferð stóðu Lars Müller, Finn Jensen og Símun Samuelsen fyri vali. Lars og Finn ynsktu at halda fram og vórðu einmalt afturvaldir. Símun tók ikki við afturvali og takkaði fyri seg í nevndini á hesum sinni.
Viðtøkurnar hjá HB siga, at starvsnevndin skal mannast við 5-8 fólkum, og avgjørt var at lækka talið frá sjey, og niður á seks limir.
Báðir tiltakslimirnir, Gunnar Mohr og Ingi Rasmussen tóku eisini við afturvali.
Beint eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
▪️ Ransin N. Djurhuus, formaður
▪️ Lars Müller, næstformaður
▪️ Finn Jensen, kassameistari
▪️ Niclas Joensen, skrivari
▪️ Anna Falkenberg, nevndarlimur
▪️ Gunnar Justinussen, nevndarlimur
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##