Í bókini er eitt úrval av greinum og viðmerkingum, sum André Niclasen í tíðini 1992-98 skrivaði í Málteiginum í Sosialinum, umframt at okkurt eisini hevur staðið í Dimmalætting og í tíðarritinum Málting.
Í Dimmalætting 8. august 2007 hevur Páll Poulsen eitt lesarabræv undir yvirskrivtini: “Danskar duldir og andréskar skuldir”, har Páll Poulsen pástendur, at André Niclasen bert hevur skrivað ein brøkpart av bókini. Tað mesta hevur André Niclasen tikið frá øðrum, skrivar Páll Poulsen.
Hetta er uttan hald í veruleikanum. André Niclasen hevur skrivað alla bókina, burtursæð frá einum brævi frá Heðini Brú, sum stendur sum uppískoyti aftast í bókini.
Hetta verður hervið váttað
Tórshavn 19.08.07